Kappabjálving umborð á fóðurflaka í samband við at KSS – Klaksvíkar Sleipistøð hevur skift roykrør á generatorsettunum. Kappabjálving inniber fyrst bjálva tey heitu rørini og síðan at klæða bjálvingina við einum tunnum rustfríðum kappa. Endamáli við kappanum er at verja rørini móti umhvørvinum og at verja umhvørvi móti hita, sum í ringasta føri kann leiða til bruna.

3D skurður merkir at skeri-høvdið kann hellast 60⁰. Hetta ger at møguleiki er eitt nú at skerpa eina tjúkka plátu so hon er klár at sveisa beinleiðis úr skerimaskinuni.

Hetta er nýggj tøkni her á landi og eru vit sera errin at kunna bjóða okkum fram á hesum økinum.

Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt stórar íløgur í grøna orku. Ein stórur partur av stóru bygningunum (Skúlatrøð, Biskupstorg, KÍ-høllin, Batmintonhøllin, svimjihøllin og fleiri privatir bygningar eisini) í Klaksvík verða upphitaðir við sjóhita. Hetta er eitt prosjekt í hevur nøkur ár á baki, tí nógvar leiðingar liggja í lendinum runt býin, men nú verður skjótt klárt at taka skipanina í nýtslu. Blikksmiðjan hevur gjørt rørarbeiði í pumpuhúsinum heimi á Sandinum, hetta húsið stendur beint undir Føroya Bjór. Vónirnar eru bjartar at hetta fer at gerast vinningur fyri býin økonomiskt og eisini fer tað at geva Klaksvík serstøðu í Føroyum sum grønur býur.