17.07.21 vóru lærningarnir hjá okkum Andrias og Dávid, útlærdir sum rustfríðir kleinsmiðir.Teir báðir fingið sera flott úrlit av sveinaroyndini og Andrias fekk harafturat heiðursgávu fyri besta úrslit á danska skúlanum, HANSENBERG!Hjartaliga til lukku við sveinabrøvunum og vit ynskja tykkum alt tað besta framyvir!Ynskir tú at vera lærningur á Blikksmiðjuni?Blikksmiðjan bjóðar tvær ymiskar útbúgvingar til lærningar: Rør- og blikksmiður og rustfríður kleinsmiðjur. Vit kunnu bjóða tær er eitt læruríkt og mennandi arbeiðspláss við nógvum fjølbroyttum avbjóðingum. Sum smiður hjá Blikksmiðjuni fær tú nógva vitan og royndir innan handverkaravirksemi. Tær uppgávurnar vit taka á okkum eru alt innan rørsmið, blikksmið og jarnsmið. Ert tú áhugað/ur at arbeiða hjá okkum, ert tú vælkomin at skriva til okkum. Send umsókn tína til davur@blikk.fo og tú frættir aftur frá okkum. Vit kunnu lovað tær, at allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
So varð okkara arbeiði í Angus liðugt. Angus hevur valt at knýta seg at sjógvhita-skipanini hjá Klaksvíkar Kommunu, og vit hava lagt rør við tí endamálið at framleiða grøna orku. Á viðfestu myndunum sæst tilgongdin av arbeiðinum ið Jasmin, Gert og Ingi hava gjørt. Vit takka fyri gott samstarv og gleða okkum til at matstovan letur upp í nýggjum kørmum
Hava tit sæð nýggju skurðmyndina uppi í Borðoyarvík? Nú er Kavari aftur á Stabbanum á Hellisenda. Skurðmyndin er gjørd úr stáli og skorin út við 3D vatnskeraranum hjá okkum. Ólavur Samson eigur hugskotið, Archibald Black hevur sniðgivið og Kjartan Hansen hevur sveisað saman til listaverk.
Umborð á skipinum Tasiilaq, ið hevur ligið til umvælingar hjá MEST, hava Petur Oluf og Joen Petur arbeitt við at kappa bjávla. Tá ið ein kappar bjálva, bjálvar mann fyrst heitu rørini og síðani klæðir mann bjálvingina við einum tunnum rustfríðum kappa. Endamálið við kappanum er at verja rørini móti umhvørvinum, og somuleiðis at verja umhvørvið móti kulda.
Hevur tú brúk fyri onkrum, ið skal skerast?Vit hava ein av bestu 3D vatnskerarunum, sum eru tøkir á marknaðinum. Hann kann skera úr tilfari sum eitt nú stáli, glasi, plastikki, timburi, gróti og mongum øðrum.Ring til okkum, og vit kunnu fáa tað skorið út fyri teg!https://youtu.be/JWV2gUc7XFU