LUFT TIL VATN HITAPUMPA
Bosch Hitapumpur – Effektiv hiting av tínum heimi
Bosch hitapumpur eru álitandi tøkni til hitan og í stílreinum sniðið. Við høgari orkuvirkni og umhvørvisvinarligum loysnarum eru tær ein frálíkt val fyri bæði privat- og vinnubygningar.
Hvat er ein hitapumpa?
Ein hitapumpa flytur hita úr lofti, jørð ella vatni inn í bygningin fyri at hita upp. Tær kunnu eisini venda prosessina og geva køling um summarið, so tær bæði veita upphiting og køling alt eftir tørvi.
Fyrimunir við Hitapumpum frá Bosch
- Orkuvirkni: Bosch hitapumpur veita meira hita enn tey brúka orku og er tí ein orku-effektiv loysn.
- Umhvørvisvinarligar: Við at nýta náttúrlig orkuuppsprettir minka tær CO2-útlát.
- Lítlar viðlíkahaldskostnaðir: Langt lív og lítlari útgerðskostnað.
- Komfort og stýring: Stýring frá telefon ella fjarstýring.
Bosch hitapumpa – Langtíðar investering
Við Bosch hitapumpu fært tú upphiting við orku- og umhvørvisvinarligum tøkni.
Compress 7000i AW:
Dekkar allan hita tørv
Compress 7000i AW luft-til-vatn útieindir fáast í 5 ymiskum effektstøddum: 5, 7 og 9 kW í somu fysisku stødd, umframt 13 og 17 kW í einum størri skápi, sum hóskar til størri bústaðir ella húsarhald við størri tørvi á heitum vatni.
Hitapumpurøðin dekkar upphiting av bústøðum upp til uml. 300 m² upphitað øki.
Compress 7000i AWE:
Serliga skapt loysn
Compress 7000i AWE er ein vegghangandi eind til uppbygging av serliga sniðgivnum skipanum, ið eru skræddaraseymaðar til tørvin hjá bústaðnum ella brúkaranum.
Hetta er serliga hent, um ikki er brúk fyri heitum brúksvatni, ella um tørvur er á sera stórum nøgdum av heitum vatni, t.d. til eitt størri spa-bað. Í slíkum førum er Compress 7000i AWE ein góð loysn.
Compress 7000i AWB:
Hybridloysnin
Compress 7000i AWB er eitt vegghangandi hybridmodul, ið gevur møguleika at lata tín verandi olju- ella gassketil samstarva við Compress 7000i AW.
Hetta er serliga hent, um miðhitaskipanin ikki kann virka bert við einari hitapumpu, ella um orkutørvurin er so stórur, at hitapumpan ikki kann lofta honum einsamøll.
JARÐHITAPUMPA
Bosch Compress 7800i LW – Hitapumpa til orkusparandi upphiting
Bosch Compress 7800i LW er ein høgpresterandi jarðhitapumpa, sum er sniðgivin til at geva eina effektiva og orkusparandi upphiting. Hetta er ein hitapumpa, ið ger tað møguligt at hita hús og vatn við lítlum orkuútreiðslum. Bosch Compress 7800i LW er ætlað bæði nýggjum húsum og eisini til endurnýggjan av eldri hitapumpum.
- Høg orkuvirkni: Bosch Compress 7800i LW ger tað møguligt at nýta orku av umhvørvinum, og hevur ein høgan COP (Coefficient of Performance), heilt upp til 5,55 – ið tryggjar eitt frálíkt orkuvirkni. Hetta merkir, at tú fær meira hita út úr lítlari orkunýtslu.
- Snið: Hitapumpan hevur eitt stílreint og kompakt snið og er løtt at seta upp í bæði nýggjum og eldri bygningum.
- Langt lív og álit: Bosch Compress 7800i LW er bygd til langvarandi og álítandi nýtslu, sum tí tryggjar eina stabila hitaskipan og gott heildarvirkni í langa tíð.
- Tænasta: Bosch Compress 7800i LWer viðurkent fyri at bjóða fram góðar og dyggar tænastur.
Orkusparing og umhvørvisvinarlig
Bosch Compress 7800i LW er ein orkusparandi loysn, sum er bæði umhvørvisvinarlig og sparir á útreiðslum til orku. Hitapumpan nýtir luftina sum eina nýtslufulla orku og kemur tí við lítlari ávirkan á umhvørvið.
Tað er ein góð loysn at velja Bosch Compress 7800i LW jarðhitapumpu, um tú vilt hava eina orkusparandi og álitandi upphitingarloysn, sum kann tryggja tær heitt vatn og gott hitaumhvørvi.
Um tú hevur spurningar um uppsetan og funktiónir, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Blikksmiðjuna.
LUFT TIL LUFT HITAPUMPA
Luft til luft hitapumpa – idielt til frítíðarhús og heilárshús
Bosch Climate 3000i er eitt klimaanlegg, sum bæði veitir køling og supplerandi upphiting, og tryggjar ein fjálgan rúmtemperatur alt árið. Hetta ger tað til eina kostnaðarliga og orku-effektiva loysn fyri bæði upphiting og køling í tínum heimi.
- Effektivitetur: Climate 3000i er orkumerkt við A+ fyri upphiting og A++ fyri køling, sum tryggjar høga orkuvirkni og lægri orkuútreiðslur.
- Fleksibilitetur: Klimaanleggið fæst í trimum støddum: 3,5 kW, 5,3 kW og 7,0 kW, so tað kann tilpassast ymiskum tørvum og húsarstøddum.
- Tvífaldar funkur: Við at veita bæði køling og upphiting, er Climate 3000i gott fyri bæði summarið og veturin, og tryggjar eitt komfortabelt innanduraumhvørvi alt árið.
- Bygningur: Klimaanleggið er av tveimum eindum. Eini innandura eind og eini uttandura eind, sum saman arbeiða fyri at veita álitandi og effektiva køling og upphiting.
Við at velja Bosch Climate 3000i, fært tú eina orku-effektiva og fleksibla loysn, sum bøtir um komfortina í tínum heimi og samstundis minkar um orkuútreiðslurnar.