Demo vatnskering:

Blikksmiðjan hevur fingið ein 3D vatnskerara. At skera við vatnið hevur nógvar fyrimunir serliga er tað ein reinur skeri háttur tá tað snýr seg um umhvørvi og arbeiðs-umhvøri. Tað er einans vatn undir hátrýsti (4.150bar) og sandur ið verður nýttur at skera við. Ein av heilt stóru fyrimununum við vatnskering er fleksibiliteturin tí tað er ikki einans stál ið kann skerast, men alt tilfar so sum glas, plastikk, timbur, grót v.m.. Harnæst er møguligt at skera tunnar plátur til heilt tjúkkar stál platur (200mm).

3D skurður merkir at skeri-høvdið kann hellast 60⁰. Hetta ger at møguleiki er eitt nú at skerpa eina tjúkka plátu so hon er klár at sveisa beinleiðis úr skerimaskinuni.

Hetta er nýggj tøkni her á landi og eru vit sera errin at kunna bjóða okkum fram á hesum økinum.

27.07.2019 var tignarlig prógvhandan fyri næmingar og lærlingar á Glasi. Kristin Sivertsen, Ingi Viðbjørg og Magni Ziska Jacobsen hava staði sína lærutíð sum Rør- & blikksmiðir á Blikksmiðjuni – hjartaliga tillukku við sveinabrævinum og alt tað besta framyvir.

Kappabjálving umborð á fóðurflaka í samband við at KSS – Klaksvíkar Sleipistøð hevur skift roykrør á generatorsettunum. Kappabjálving inniber fyrst bjálva tey heitu rørini og síðan at klæða bjálvingina við einum tunnum rustfríðum kappa. Endamáli við kappanum er at verja rørini móti umhvørvinum og at verja umhvørvi móti hita, sum í ringasta føri kann leiða til bruna.

3D skurður merkir at skeri-høvdið kann hellast 60⁰. Hetta ger at møguleiki er eitt nú at skerpa eina tjúkka plátu so hon er klár at sveisa beinleiðis úr skerimaskinuni.

Hetta er nýggj tøkni her á landi og eru vit sera errin at kunna bjóða okkum fram á hesum økinum.

Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt stórar íløgur í grøna orku. Ein stórur partur av stóru bygningunum (Skúlatrøð, Biskupstorg, KÍ-høllin, Batmintonhøllin, svimjihøllin og fleiri privatir bygningar eisini) í Klaksvík verða upphitaðir við sjóhita. Hetta er eitt prosjekt í hevur nøkur ár á baki, tí nógvar leiðingar liggja í lendinum runt býin, men nú verður skjótt klárt at taka skipanina í nýtslu. Blikksmiðjan hevur gjørt rørarbeiði í pumpuhúsinum heimi á Sandinum, hetta húsið stendur beint undir Føroya Bjór. Vónirnar eru bjartar at hetta fer at gerast vinningur fyri býin økonomiskt og eisini fer tað at geva Klaksvík serstøðu í Føroyum sum grønur býur.