Klaksvíkar Kommuna hevur gjørt stórar íløgur í grøna orku. Ein stórur partur av stóru bygningunum (Skúlatrøð, Biskupstorg, KÍ-høllin, Batmintonhøllin, svimjihøllin og fleiri privatir bygningar eisini) í Klaksvík verða upphitaðir við sjóhita.
Hetta er eitt prosjekt í hevur nøkur ár á baki, tí nógvar leiðingar liggja í lendinum runt býin, men nú verður skjótt klárt at taka skipanina í nýtslu. Blikksmiðjan hevur gjørt rørarbeiði í pumpuhúsinum heimi á Sandinum, hetta húsið stendur beint undir Føroya Bjór.
Vónirnar eru bjartar at hetta fer at gerast vinningur fyri býin økonomiskt og eisini fer tað at geva Klaksvík serstøðu í Føroyum sum grønur býur.