Triðja ættarliðið hevur leiðsluna á Blikksmiðjuni í Klaksvík

“Úti í Klaksvík” húsast ein fyritøka, ið hevur ættarbond heilt aftur til Blikksmiðjuna á Fornagørðum, tá P/F J. F. Kjølbro rak blikksmiðju har.

Síðani tá er nógv vatn runnið í ánni, sum tikið verður til.

Í dag er tað Dávur Kunoy Høgnason, ið er eigari og stjóri á Blikksmiðjuni. Dávur er sum navnið sigur, sonur Høgna Høgnesen, ið rak Blikksmiðjuna í eitt mannaminni eftir pápa sín, Erling Høgnesen.

Vit fingu eitt prát við Dávur á skrivstovu hansara.

Eg eri føddur í 1975,og sum flestu onnur børn í Klaksvík, gekk eg níggju ár í skúla. Havið dró, so eg fór til skips við Borgaranum bert 15 ára gamalur. Vit fóru til Labrador á svartkalvaveiðu og eg fylti 16 ár umborð. Vit gjørdu tveir túrar, men tá  endaði søgan hjá borgaranum við at felagið fór á húsagang.

Lærdi á blikksmiðjuni

Eg fór so í læru hjá pápa mínum á Blikksmiðjuni. Hetta var ikki besta tíðin, tí vit eru nú í 92. Tá mundu flestu privatu virkini hava stórar avbjóðingar orsakað av fíggjarkreppuni. Men eg havi ikki annað enn gott at bera lærutíðini. Tað mest spennandi projektið, sum eg var við til tá, var tá vit settu eina pumpueind í Christian í Grótinum Hetta var eitt stórt arbeiði hjá okkum. Skipið bleiv lagt til kai her niðanfyri Blikksmiðjuna og her lá tað í seks vikur, ímeðan vit drivu á at fáa alt at rigga.

Á maskinmeistaraskúla

Aftaná fýra ár eri eg avlærdur og arbeiði, sum sveinur her í eitt ár. Í 97 fari eg á maskinmeistaraskúla við Krákugjógv í Havn. Eg giftist eisini í 97 og tá eg hevði gingið tvey ár á maskinmeistaraskúlanum fluttu vit niður, tí konan fór undir útbúgving. Eg taki tí seinasta árið av skúlanum á Københavns Maskinmeistaraskúla.

Liðugur við skúlan fari eg aftur til skips. Fyrst við Nærabergi ella Atlantic Navigator, sum hann eisini kallaðist. Eini 100 fólk vóru við. Var við har í eitt hálvt ár og síðani fór eg við trolaranum Ennibergi. Men tað var ikki akkurát eg, at sigla.

Læs maskinverkfrøði

Í 2001 fari eg tí at lesa til maskinverkfrøðing. Í 2004 fáa eg og konan ein son, ein kendan føroying, Høgna Kunoy Dávason, sum tey flestu munnu hava hoyrt um.

Blívi maskinverkfrøðingur í 2005 og fáið starv hjá MAN Diesel og Turbo í Keypmannahavn. Byrjaði at starvast úti í Asia.

MAN Diesel og Turbo er ein sera stór fyritøka. Sagt verður at fyritøkan eigur 92 prosent av øllum motor hestakreftum á høvunum. Høga prosenttalið kemst sjálvandi av at fyritøkan framleiðir stórar motorar. Motorar upp til 100.000 hk. Nú vit tosa um skip, so plagi eg til stuttleika at siga, at í Føroyum hava vit ongi skip, bara bátar.

Sonurin dugdi kinesiskt

Arbeiði hjá MAN sum millummaður ímillum teknistovuna og framleiðaran av motorunum. Tað er nevniliga so, at motorarnir verða teknaði ella konstrueraðir í Keypmannahavn, men framleiðslan er í Kina og aðrastaðni, so í hesi 10 árini liva eg og familjan sum “nomadar” at kalla í Asia, Korea, Kina, Singapore og Dubai. Vit vóru so international, at sonurin Høgni dugdi kinesiskt, men tað hevur hann gloymt tað mesta um í dag. - Einki er at taka seg aftur í, at hetta var eitt sera spennandi arbeiðispláss. Tú komst víða um, tú lærdi nógvar aðrar mentanir at kenna og tú lærdi nógv nýtt alla tíðina.

Lívið broytist

Men tú broytist við árunum og við hvørt gerst tú status yvir lív títt. Vit høvdu eini hús í Danmark, sum lógu tætt við sjógvin. Ein dagin tá eg og sonurin sótu niðri í fjøruni har, tók eg meg í at spyrja hann: “Hvør ert tú?” Hann hugdi upp á meg og eg helt fram: “Ja, eg meini, ert tú dani, kinverji ella ert tú føroyingur?” - “føroyingur”, segði Høgni.

Eg var tá komin har til í lívinum, at eg var farin meira at hugsa um framtíðina hjá børnunum. Børnini eru 10, 8 og 6 ár, tá vit flyta heim til Føroya til jóla í 2014. Eg hevði keypt húsini hjá Arna Solmunde í Søldafirði nøkur ár frammanundan, so vit flyta inn har tá vit koma heim. Húsini er ikki sørt søgulig, við tað at hetta er barndómsheimið hjá Victor Danielsen, sála. Konan hjá mær er úr Søldarfirði, tí valdu vit at seta okkum niður har.

Fyrsta avbjóðingin var so at seta húsini í stand.

 “Hann, ið ivast vil ikki”

1. juli í 2015 Tók eg so við sum eigari og stjóri á Bliksmiðjan P/F.

Tá eg spyrjið Dáva, um hann ikki ivaðist í at taka við “lítlu” fyritøkuni í Klaksvík, nú hann hevði verið úti í heimi í samfull 16 ár og havt eitt arbeiðspláss, sum helst mangur annar bert kann droyma um?

Avgjørdur svarar Dávur: “Hann, ið ivast vil ikki - eg vildi”.

Í dag eri eg sera fegin um “at eg vildi”. Vit eru um 30 starvsfólk á Bliksmiðjuni í dag, og tað hevur gingið eftir vild síðani vit byrjaðu.

Blikksmiðjan í menning

Eg havi sæð nógvar smiðjur og nógv ymisk amboð í míni tíð úti í heimi, og tað vitanina og mína teoretisku útbúgving havi eg brúkt til at menna fyritøkuna.

Hava meira pláss fyri neyðini

Sum heild, so er Blikksmiðjan uppgraderað hesa tíðina eg havi havt hana um hendir. nýggj og meir framkomin amboð eru keypt inn. Vit hava vaksið so nógv um virksemið á virkinum, at nú standa vit og mangla pláss. Vit hava søkt Klaksvíkar Kommunu um øki at byggja á og í løtuni eru vit í samráðingum við kommununa.

Við tunlinum undir Leirvíksfjørð er Landnyðringsføroyar vorðið ein meira homogen eind. Til dømis hava vit í løtuni 11 lærligar, og onkur teirra kemur av Eiði, Fuglafirði, Viðareiði, Hvannasundi og Klaksvík. Vit hava fólk til arbeiðis í dag við nýggja skúlan í Klaksvík. hjá SEV á Strond, sjógvhitaskipanin við Sandin, hjá IRF, umframt nógvar ymiskar verkstaðsuppgávur.

Blikksmiðjan úti í heimi

Tað er umráðandi hjá eini fyritøku at hava fleiri bein at standa á, og tað hevur Blikksmiðjan í dag. Vit hava fólk til arbeiðis í Noregi, Eystlandi og í Polen. Enn eru hetta ikki so ógvusliga stór arbeiði vit hava í gongd har. Men um so skuldi verið, at arbeiðið minkaði her á landi, so hava vit møguleikan at gera okkum meira galdandi úti í heimi.

Ymsar orkuskipanir

Blikksmiðjan fæst í dag við ymiskar hitaskipanir so sum  sjógvhitaskipanir, hitapumpur, jarðhita, oljufýr ella við øðrum orðum orkuskipanum sum heild. Harafturat arbeiða vit nógv við rustfríum stáli. Nýggju amboðini hava gjørt tað møguligt hjá okkum at arbeiða við sverari rustfríum enn vit gjørdu áður.

Tunnilin um Tangafjørð fer at

broyta samfelagið

Um framtíðina sigur Dávur Kunoy Høgnason at enda, at hann heldur at tað verður spennandi at síggja hvønn týdning tunnilin undir Tangafjørð fer at hava fyri útnyrðingsøkið. Dávur heldur, at tann tunnilin fer at hava stóran týdning fyri samfelagið. Tunnilin fer at binda okkum tættari at høvuðstaðarøkinum og fyri okkum fer tað at hava ein størri marknað við sær, eins og vit sóu, tá tunnilin um Leirvíksfjørð gjørdist veruleiki. Men vit skulu heldur ikki gloyma, at vit tá fara at fáa størri kapping. - Og tó, eg síggi meira møguleikar enn vansar fyri framman.