Blikksmiðjan









Blikksmiðjan P/F heldur til á Klakvíksvegi 76 í Klaksvík.
Virksemi er handils- og handverkaravirksemi. Ì handlinum verður selt alt innan
HVS, Ventilatión tað í krevst til vanligt rustfrítt smiðjuarbeiði.




Vit eru aktørar innan tí føroysku byggivinnuna og hava prosjekt
koyrandi kring alt landi. Í Klaksvík hava vit ein sera langan referansu lista
innan fyri byggivinnuna.


Vit gera nógv rustfrítt arbeiði innan ali- og
fiskivinnuna. Innan alivinnuna er vit eisini aktivir uttanlands.










Myndin er tekna av Helge Harbroe-ree (versonur
J.F.Kjølbro) og vísur Klaksvíkar Blikksmiðju í 40’unum. Hesi húsini stóðu úti í
Fornagørðum, men sum so mong onnur eldri hús í Klaksvík eru tey niðurtikin í
dag. Her var tað at Klaksvíkar blikksmiðja byrjaði sítt virksemi í 1939 beint
fyri 2. veraldarbardaga.




S. Erling Høgnesen ættaður úr Fuglafirði var júst
útlærdur sum blikksmiðjur í Keypmannahavn har hann møtti J.F. Kjølbro. Kjølbro
spurdi um Erling var hugaður at koma til Føroyar at dríva blikksmiðju. Erling
játtaði og flutti við donsku konu síni Else til Klaksvíkar. Hann dreiv
Klaksvíkar Blikksmiðju fram til 1965 eftir hetta var Norðoya Blikksmiðja sett á
stovn.